- Strandferðslan er eitt óvanliga gott arbeiðspláss og eg eri takksamur fyri tað tíðina, eg fekk á stovninum.
Tað sigur Dánjal Andreasen nú hann hevur lagt frá sær sum stjóri á Strandferðsluni.
Fríggjadagin var almenn móttøka í sambandi við at hann leggur frá sær sum stjóri og Bogi Mortensen tekur við.
Og tá ið hann beyð Strandferðsluni farvæl, segði hann, at stovnurin hevur ein sera góðan hóp av starvsfólki, sum hann var stoltur av at hava verið ein partur av.
Hann segði, at alt starvsfólkið, bæði í umsitingini, umborð á skipunum og við bussunum, hevði tikið eitt megnar tak fyri at vísa, at tað ber væl til at reka ein slíkan stovn í Suðuroy.
Dánjal Andresen takkaði eisini øllum suðuroyingum fyri ta hjartaligu móttøku, hann hevði fingið.
- Suðuroyingar eru ógvuliga fyrikomandi og stuttligir at tosa við.
Hann fortaldi eisini eina stuttliga søgu.
Hann ikki sitið í stjórastólinum í meiri enn ein tíma, tá ið ein rættiliga óð kona ringdi og skeldaði hann út fyri at ein ávísur túrur var fluttur ein tíma og tað var komið ógvuliga tvørt fyri hjá henni.
- Tá ið eg spurdi meg fyri á stovninum, vísti seg, at ein túrur var fluttur, men ikki túrurin, konan tosaði um.
- Eg gjørdi ikki mætari enn at eg tók ferðaætlanina og fór niðan til konuna, bankaði upp á og segði, at nú kom eg at fáa mær kaffi.
- Vit blivu bestu vinfólk sigur Dánjal Andresen sum við hesum vildi vísa, at tað veldst eisini um, hvussu ein sjálvur tekur ímóti, tá ið fólk eru ónøgd.
Dánjal Andreasen helt eisini, at samstarvið við landsstýrismannin í vinnumálum, Johan Dahl, og starvsfólkið í vinnumálaráðnum hevði verið gott
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, helt, at Strandferðslan er ein tann týdningarmesti stovnurin í landinum.
Hann heldur, at nýggi stjórin hevur bæði tær royndir og tann førleika, sum krevst fyri at reka stovnin trygt víðari.
Johan Dahl takkaði eisini fráfarandi stjóranum fyri samstarvið og hann ivaðist ikki í, at samstarvið eisini verður gott við nýggja stjóran.
Les eisini greinina: Fleiri almennir stovnar flytast til Suðuroyar og greinina: Bogi fer at ansa væleftir pengunum.








