Dómurin í málinum um Jákup Mørkøre góðtikin

? Almannamálaráðið fer ikki at skjóta dómin í málinum um gamla leiðaran á Landssjúkrahúsinum, Jákup Mørkøre, inn fyri Landsrættin

Ólóglig uppsøgn

Nú er tað endaliga staðfest, at tá ið Jákup Mørkøre varð leiðari fyri Landssjúkrahúsinum, var hann hvørki ólýðin ella óloyalur ímóti politisku skipanini.
Herfyri varð hann í Føroya Rætti fullkomiliga reinsaður fyri allar skuldsetingarnar, sum vórðu settar fram ímóti honum, tá ið hann varð sagdur úr starvi.
Og nú hevur Almannamálaráðið gjørt av at góðtaka dómin. Sostatt verður hann ikki skotin inn fyri Landsrættin og sostatt stendur hann eisini við.
Tað var í Januar í 2000, at Helena Dam á Neystabø, sum tá var landssstýrismaður í heilsumálum, gav Jákupi Mørkøre sekkin sum sum leiðari á Landssjúkrahúsinum.
Í uppsagnarbrævinum segði hon, at Jákup Mørkøre varð bæði óloyalur og ólýðin ímóti politisku skipanini.
Ein onnur orsøk til uppsøgnina var, at Helena Dam á Neystabø helt, at hann var óegnaður at vera leiðari fyri Landsjúkrahúsið. Og ein triðja uppsagnargrund var, at hann hevði ikki evnini at samskifta við tey, hann skuldi samskifta við, eitt nú álitisfólk, fakfeløg o.s.fr. og tí skapti hann ótryggleika.
Hetta vildi Jákup Mørkøre ikki hava sitandi á sær og tí stevndi hann.

Fekk viðhald í øllum
Føroya Rættur gav honum Jákup Mørkøre viðhald í øllum og rætturin vísir øllum skuldsetingunum frá Helenu Dam á Neystabø aftur.
Føroya Rættur kom til ta niðurstøðu, at Jákup Mørkøre var hvørki ólýðin ella óloyalur. Hann var heldur ikki óegnaður at verða leiðari og manglandi evnini at samskifta eru ikki prógvað, sigur Føroya Rættur.
Rætturin segði, at talan var um so álvarsligar, at tað var neyðugt at prógva tær og tað megnaði Almannamálaráðið altso ikki.
Tí varð niðurstøðan hjá Rættinum, at Helena Dam á Neystabø hevði ongar sakligar orsøkir til at siga Jákup Mørkøre úr starvinum og at uppsøgnin tí var ólóglig.
Almannamálaráðið varð sostatt dømt at viðurkenna, at viðurkenna, at Jákup Mørkøre var ikki ólýðin og óloyalur og at tað var skeivt, tá ið sagt varð í uppsøgnini, at hann hevur megnað at stjórna Landssjúkrahúsinum á nøktandi hátt.
Av tí sama varð Almannamálaráðið dømt at rinda Jákupi Mørkøre 60.000 krónur í endurgjaldi, og harumframt skal ráðið eisini rinda 40.000 krónur í sakarmálskostnaði.