Ein 25 ára gamal maður varð í Føroya rætti dømdur fýra mánaðar fongsulsrevsing fyri harðskap móti trimum gentum og einum dreingi, umframt at hava brotið tríggjar rútar í Klaksvík.
Maðurin var ákærdur fyri sjey lógarbrot tilsamans, frá februar 2014 til februar 2015.
Í trimum av førunum var talan um harðskap móti konufólki tvey ymisk kvøld. Eitt annað kvøld hevði hann framt harðskap móti einum øðrum ungum manni, umframt at hava brotið tríggjar rútar í Klaksvík, millum annað tveir á løgreglustøðini. Til seinast var hann ákærdur fyri brot á politiviðtøkurnar við tað, at hann hevði verið í einum bardaga á einum náttklubba í Havn.
Maðurin noktaði seg sekan í øllum ákærunum, uttan at hava brotið rútarnar á løgreglustøðini. Hann vildi vera við, at hann í øllum førunum var vorðin ertaður fyrst og í onkrum føri var talan um neyðverju. Verjin hjá manninum bað eisini um, at maðurin fekk ein linan dóm, tí talan í øllum førunum var um tílíkt, ið kann henda í náttarlívinum.
Tók um hálsin á ungari kvinnu
Fyrsta hendingin var á einum skeinkistaðið í Eysturoynni, í februar 2014. Í tí førinum varð maðurin funnin sekur í tvær ferðir at hava tikið um hálsin á eini ungari kvinnu og trýst hana niður móti eini trappu. Ákærdi vildi vera við, at talan var um neyðverju, meðan verjin segði, hann var vorðin argaður, men dómarin festi seg við frágreiðingarnar frá vitnunum, og maðurin var tí funnin sekur.
Meðan hetta málið verður kannað av løgregluni og maðurin er at meta sum skuldsettur, fremur hann av nýggjum harðskap móti tveimum ungum kvinnum á einum øðrum skeinkistaði í Eysturoynni. Hetta er í oktobur. Aftur her vildi ákærdi vera við, at hann var vorðin ertaður, men her søgdu vitnini, at um so var, so var tað hann, sum byrjaði.
Ákærdi var funnin sekur í at hava sparkað aðra gentuna hart í rumpuna og at hava sparka hina í búkin, tó ikki serliga hart, tá hon kom at verja vinkonu sína.
Breyt rútar fyri at fáa løgregluna at koma
Nakrar mánaðir seinni, í desembur, er aftur galið. Hesa ferð er maðurin farin í býin í Klaksvík, men verður óklárur við ein ókendan mann. Sjálvur vil ákærdi vera við, at hin maðurin tók um hálsin á sær, og at hann tí skallaði hann, fyri at koma leysur. Maðurin greiddi frá, at ákærdi hevði verið óhøviskur móti eini vinkonu, og at hann og ein vinmaður tí ætlaðu at leiða mannin út um. Tá leyp ákærdi upp og skallaði seg.
Ákærdi fer síðani yvir á løgreglustøðina í Klaksvík at melda tilburðin, hann var jú álopin, segði hann. Har var tó eingin á støðini og tí valdi hann at bróta nakrar rútar. Hann hugsaði, at so mátti onkur koma.
Og so var, løgreglan kom á staðið. Júst tá var maðurin farin at ótolnast og var tá í ferð við at bróta nakrar rútar afturat, hesa ferð á Jacqson.
Tunnan var ov vánalig
Seinasta ákæran var, at maðurin hevði verið í bardaga í Valhøll í Havn, tá føstuball var. Á vesinum hevði maðurin kært sína neyð um tunnuna, sum varð brotnað og skjótt og sagt við nakar suðringar, at suðringar ikki duga at gera tunnur. Hetta vildu teir eftir øllum at døma ikki hava sitandi á sær og smurdu tí mannin av. Í hesum var maðurin tó ikki dømdur, tí ilt var at fáa greiði á, hvat var hent. Hvørki ákærdi ella vitni mintust stórt frá kvøldinum, annað enn at okkurt var hent á vesinum og at ákærdi var blivin bardur.
Inn at sita í tveir mánaðir
Dómarin revsaði mannin við fongsulsrevsing í fýra mánaðir, har av tveir vóru treytaðir. Hann skal harumframt gera 40 tímar av samfelagstænastu og rinda løgregluni eitt eindurgjald á 16.000 krónur fyri brotnu rútarnar. Endurgjald fyri hinar rútarnar verður møguliga reist í einum øðrum sakarmáli.
Dómarin segði, at treytaði dómurin var fyri tað fyrstu ákæruna, tá hann tók um hálsin á eini kvinnu. At restin var framt, hóast hann visti, at hann var skuldsettur, gjørdi, at dómarin ikki kundi gera restina av dóminum treytaðan.










