Tað er í løtuni eitt stórt kjak í Onglandi um VAR, sum er dómarahjálp við video. Tað bleiv brúk til HM-endaspælið í Russlandi, og verður nú eisini brúkt í endaspælinum av Champions League. Higartil hava bretar verið skeptiskir, men VAR verður brúkt til Liga Cup.
Tað hevur elvt til kjak, at Harry Kane í fyrru hálvfinaluni móti Chelsea ikki beiv dømdur rangstaddur, hóast myndirnar í besta føri eru ógreiðar. Fyrst kom ein mynd frá dómarunum og VAR, ið vísti at Harry Kane var helst ikki rangstaddur, men Cheslea svaraði aftur við egnum upptøkum, har tað sær út sum, at Harry Kane er rangstaddur.
Hvat er rætt og skeivt er ilt at meta um. Dómaraveldið heldur fast við dóminum hjá dómarunum, har Harry Kane ikki verður dømdur rangstaddur. Støðan endar við, at enski áleyparin verður feldur og fær brotsspark.
Nú hevur fyrrverandi enski toppdómarin, Mark Clattenburg, meldað seg í kjakið. Hann helt fyri, at dómurin var rættur, men hevur eftirfylgjandi givið til kennar, at helst er Harry Kane júst rangstaddur. Og tað er ein trupulleiki, tí so hevur VAR og dómarahjálpin givið ein skeivan dóm. Hann heldur at tað eru fimm ting, sum kunnu gera VAR betri.
1. Dómararnir í dómararúminum skulu ikki verða so tíðarkroystir at døma eina støðu. Hann vísur til, at tað eru bara tveir dómarar til eini 16 til 24 upptøkutól. Hann metir, at hetta kann gera, at dómararnir oftari koma til røttu niðurstøðuna.
2. Í samband við VAR er ein sjónvarpsskýggi á síðulinjuni, sum dómarin kann velja at hyggja at. Her heldur fyrrverandi dómarin, at dómarin á vøllinum altíð skal hyggja og geva sítt íkast.
3. Hann heldur eisini fyri, at hjálpardómarin ikki skal vinka við flagginum, um tað er um ivasama rangstøðu, men heldur lata støðuna spæla út, og so kann VAR tjekka tað.
4. Mark Clattenburg metir eisini, at samskifti er týdningarmikið. Her skal dómarin í størri mun vísa, at ein støða er farin til VAR og dómararúmið. Eitt nú við at halda bóltin undir arminum.
5. Gjøgnumskygni. Øll skulu sleppa at síggja støðuna á einum stórskermi, umframt at tú skal hoyra hvat dómararnir tosa um í samband við støðuna.