Dómarar fordøma Berlusconi

Í Italia er dómarafelagið í øðini inn á Silvio Berlusconi, forsætisráðharra, sum sambært dómarunum er í ferð við at at undirgrava álitið á ákæruvaldið og dómsvaldið.

Tað var mánadagin, at Berlusconi segði, at tað var óneyðugt arbeiði og pengaspilla, at ákæruvaldið kannar fleiri dráp, sum mafian framdi tíðliga í nítiárunum. Forsætisráðharrin fór so langt sum at leggja kanningardómararnar undir at arbeiða ímóti tí politiska myndugleikanum.

Tað vilja dómararnir ikki hava sitandi á sær, og tí hevur felag teirra sent stjórnini eitt hvassorðað mótmæli, skrivar AFP úr Milano.