Finalan gjørdist rættiliga tøtt leygarkvøldið. Serliga millum tveir teir fremstu bólkarnar, Déjá Vu og Gestir, var ógvuliga tætt, og tá alt kom til alt, vóru tað bara fimm stig sum skiltu teir báðar fremstu bólkarnar, sum báðir eisini ognaðu sær eitt festivalpláss í ávíkavist Nibe og Jelling.
? Vit eru ógvuliga postivt yvirraskaðir. Serliga tí vit vóru so nær við at vinna, sigur Líggjas Olsen, sangari í Déjá Vu.
Eitt festivalpláss fekk bólkurin eisini. Jelling vil hava havnardreingirnar at koma at spæla, tá festivalurin fer av bakkastokki í mai mánaði.
Føroyska undirtøku
Tá stigini vóru tald saman, vísti tað seg, at Déjá Vu hevði fingið stóran føroyskan stuðul. Teir fingu flestar atkvøður frá lurtarum og hyggjarum, og taldi tað tilsamans 48 %. Nevnast kann, at Gestir fingu næstflestar, og teir fingu 34%.
Eisini føroysku dómarunum dámdu best Déjá Vu. Tilsamans fingu teir heili 58% av atkvøðunum hjá teimum føroysku dómarunum, men »bert« 25% frá teimum útlendsku.
? Vit fegnast yvir, at føroyingar dámdu okkum so væl, og øll tey, sum hava atkvøtt skulu eiga takk fyri tað. Tað var ordiliga sakin, sigur Líggjas.
Nógv rok var um nýggju dømingarhættirnar áðrenn sjálva finaluna, men fyri Déjá Vu hevur tað bara havt nakað positivt við sær ? í øllum førum, hvat hyggjara- og lurtaraatkvøðum viðvíkur.
? Eg havi framvegis somu støðu til dømingarhættirnar, men tað skal nú heldur ikki takast sum um, vit ikki eru nøgdir við undirtøkuna vit hava fingið, tí hana eru vit glaðir fyri. Vit raka nokkso breitt, og vit fingu jú helvtina av hyggjaraatkvøðunum.
Déjá Vu eydnaðist ikki at spæla og syngja seg uppá allar ovastu rók, men framtíðin sær bjørt út.
Í mai mánaði skulu teir niður til Jelling í Jútlandi, har teir skulu spæla á festivalinum har. Teir skulu spæla fríggjakvøldið 30. mai klokkan 19, beint áðrenn Big Fat Snake, sum er eitt av høvuðsnøvnunum á festivalinum.
? Nú fara vit at gera nýtt tilfar, og í summar fara vit helst at seta hol á fløguupptøkurnar. Eg tori ikki at siga nakað um, nær fløgan verður liðug, men vit fara so í øllum førum at byrja nú, segði ein væl nøgdur Líggjas Olsen at enda.