Alan Curbishley handaði sína uppsøgn til íslendska eigaramannin hjá West Ham, Bjørgolf Guðmundsson fyrr í dag. Tað síðsta, sum fekk bikarið hjá tí 50 ára gamla Alan Curbishley at flóta yvir var, at leiðslan í West Ham seldi George McCartney og Anton Ferdinand til Sunderland. Curbishley sigur, at hesar sølur vóru gjørdar uttan hansara samtykki. Alan Curbishley hevur eisini eina fortíð, sum spælari í West Ham, og í desember 2006 tók hann við sum venjari, aftaná Alan Pardew. Tá bjargaði West Ham tilveruni í Premier League í tí síðsta dystinum, sum var leiktur ímóti Manchester United á Old Trafford. Carlos Tevez skeyt sigursmálið fyri West Ham tá. ?Útveljingin av spælarum hevur sera stóran týdning fyri ein høvuðsvenjara, og hevði eg upprunaliga eina avtalu við felagið, at eg sjálvur skuldi gera av hvussu hópurin skuldi setast saman.?