Crystal Palace vendi dystinum í evstu løtu

Við tveimum málum í seinastu minuttunum, tryggjaði Crystal Palace sær í kvøld týðandi sigur í Premier League

Tríggir dystir  vóru í Premier League í kvøld. Teir vóru Burnley-Stoke, Crystal Palace-Watford og Huddersfield-Chelsea.

 

Serliga Chelsea hevði nakað at prógva, tí leygardagin tapti Chelsea ógvuliga óvæntað á útivølli móti West Ham. Tað eydnaðist eisini Chelsea at tryggja sær sigurin, sum tað eisini varð væntað frammanundan. Chelsea vann 3-1, eftir at hava verið á odda 3-0.

 

Mest spennandi uppgerðin var á Selhurst Park í London, har Crystal Palace tók ímóti Watford. Leingi sá tað út til, at Watford skuldi fara avstað við 1-0 sigri, men í seinastu minuttunum vendi Crystal Palace øllum á høvdið. Við útjavnandi máli í 89 minutti og sigursmáli í 92 minutti eydnaðist tað Crystal Palace at tryggja sær 2-1 sigur, sum er serstakliga týdningarmikið hjá Crystal Palace í niðurflytingarstríðnum.

 

Seinasti dysturin, sum var millum Burnley og Stoke, endaði við 1-0 sigri til Burnley. Har kom sigursmálið eisini í seinastu løtu, tá Ashley Barnes skoraði fyri Stoke.

 

Úrslitini í Premier League í kvøld:

Burnley – Stoke 1-0 (0-0)

1-0         Ashley Barnes, 89.

 

Crystal Palace – Watford 2-1 (0-1)

0-1 Daryl Janmaat, 3.

1-1 Bakary Sako, 89.

2-1 James McArthur, 90+.

 

Huddersfield – Chelsea 1-3 (0-2)

0-1 Tiemoue Bakayoko, 23.

0-2 Willian, 43.

0-3 Pedro Rodriguez, 50.

1-3 Laurent Depoitre, 90.