Flytingargluggin í flestu londum er latin aftur kl.23 í kvøld føroyska tíð, og sum vanligt er, so hava fleiri feløg fingið avgreitt keyp og sølur í evstu løtu á tí tiltikna 'Deadline Day'.
Í Premier League eru nøkur skifti framd. Í kvøld vórðu eyguni serliga vend ímóti Chelsea-áleyparanum, Michy Batshuayi, sum helst verður útleigaður til Crystal Palace. Crystal Palace váttar, at pappírini í sambandi við leigusáttmálan eru latin inn til Premier League at góðtaka, men nú – nakrar minuttir eftir at flytingargluggin er afturlatin – er sáttmálin framvegis ikki góðtikin.
Dagført: FA hevur góðtikið sáttmálan, og Michy Batshuayi spælir næsta hálva árið við Crystal Palace.
Peter Crouch er aftur í Premier League. Tann 201 sentimetrar høgi áleyparin hevur seinastu átta árini spælt við Stoke, sum er í næstbestu deildini, men skal nú spæla við Burnley í Premier League. Stoke og Burnley hava gjørt ein býtishandil ímillum áleyparar teirra, Peter Crouch og Sam Vokes.
Leicester hevur leigað 21 ára gamla belgiska landsliðsmiðvallaran, Youri Tielemans, frá franska AS Monaco, sum afturfyri hevur fingið Adrien Silva, ið hevur havt trupult við at fáa spælitíð síðani hann kom til felagið úr Sporting Lissabon í fjør.
Fyrr í dag legði Newcastle so nógvar pengar á borðið, sum teir ongantíð hava gjørt áður, tá ið teir rindaðu áleið 170 milliónir krónur fyri Miguel Almirón úr Paraguay, sum var ein av lyklaleikarunum hjá Atlanta United, sum í júst farna kappingarári gjørdist meistari í USA. Hann er 24 ára gamal, álopskendur miðvallari og tekniskt sera væl fyri.
Í sponsku La Liga hevur FC Barcelona keypt tveir nýggjar spælarar. 20 ára gamla brasilska høgra bakkin, Emerson, hava teir keypt fyri 90 milliónir krónur frá Atlético Mineiro. Hann sigst minna um Dani Alves í spælistíli, og hann kemur til felagið í summar. Eisini hevur FC Barcelona keypt 19 ára gamla franska verjuleikaran, Jean-Clair Todibo. Hann kemur úr heimlandsfelagnum, Toulouse.
Hjá kappingarneytunum í Real Madrid hevur tað gingið meira friðarliga fyri seg. Fyri tveimum vikum síðani seldu teir eykamálverjan, Kiko Casilla, til enska Leeds. Har fór tað við yvirskriftunum, at litríki Leeds-venjarin, Marcelo Bielsa, segði við Casilla, at hann mátti vera 'crazy' at skifta Real Madrid út við Leeds.