Philippe Coutinho bleiv í 2018 ein av heimsins dýrastu spælarum, tá hann skifti frá Liverpool til FC Barcelona fyri 880 milliónir krónur. Nú verður hann útleigaður til Aston Villa og fyrrverandi liðfelagin, Steven Gerrard. Aston Villa boðar í dag frá, at felagið hevur leigað brasilska miðvallaran fram til í summar.
Philippe Coutinho spældi í Liverpool í tíðini, tá Steven Gerrard eisini var spælari í felagnum. Tað verður mett í altjóða miðlum so sum Sky Sports, at hetta sambandið er orsøkin til, at Philippe Coutinho valdi Aston Villa framum nýríka Newcastle, ið leitar eftir spælarum.
Søgan um Philippe Coutinho, er ein søga, sum passar væl inn í ørskapin hjá FC Barcelona í tíðini undir forsetanum Josep Maria Bartomeu. Katalanska stórfelagið rindaði 880 milliónir krónur fyri Philippe Coutinho, men prísurin kundi fara heilt upp til 1,2 milliardir krónur.
Hálvt annað ár seinni bleiv Philippe Coutinho útleigaður til Bayern Munchen. Hann hevur ongantíð verið tann sami, sum vísti seg fram í tíðini í Liverpool, har hann spældi frá 2013 til 2018. Hann skal nú hjálpa Aston Villa og Steven Gerrard, at vinna seg fram í Premier League.
Í FC Barcelona eru hetta góð tíðindi, tí nú røkist fyri, at felagið kann skráseta nýkeypta Ferran Torres.