Courtney Love skelkar aftur

Á kápumyndini á nýggju bókini hjá heimskenda myndamanninum David LaChapelle, skelkar Courtney Love enn einaferð. Einkjan hjá deyða grunge guðinum Kurt Cobain, er avmyndað sum Maria moy.

 Sitandi við líkinum av Jesusi. Jesus er tó ikki Jesus á myndini, men ein maður, ið minnur nógv um Kurt Cobain. Ístaðin fyri naglamerkini í hondunum, er armurin merktur av nálamerkjum. Á borðinum liggja rúsevnir og guðdommiliga ljósið á myndini stavar frá eini berari peru. Kurt Cobain skeyt seg sjálvan, men hevði somikið nógv heroin í kroppinum, at tað hevði kunnað beint fyri 3 monnum, skrivar enska dagblaðið The Sun.
Á myndini spælir eitt pinkubarn á gólvinum frammanfyri Love og Cobain, hetta kundi verið Francis Bean Cobain, dóttur parið, ið einans var hálvt annað ár, tá pápi hennara beindi fyri sær sjálvum.