Countrystjørnur hava jólakonsert

Trý av fremstu nøvninum innan føroyskt country hava konsert á Hotel Føroyum

Sunnudagin kl. 16.00 verður jólakonsert á Hotel Føroyum, har tríggir av stóru profilunum innan føroyskt country fara at syngja.

Hallur Joensen, Alex Bærendsen og Kristina Bærendsen fara á pallin við góðum tónleikarum í rygginum. Í bólkinum spæla Beddi Hansen, Finnur Hansen, Høgni Klakkstein, Eyðun Johannesen og Jákup Zachariasen.

Tey fara at syngja country, gospel og jólasangir.

Atgongumerki verða seld í forsølu á heimasíðuni hjá Hotel Føroyum.