Kris Kristofferson kom púra óvæntað í studio hjá Halli Joensen í Nashville í dag, og endin var, at teir tóku eina duett upp.
Hallur Joensen er í løtuni staddur í Nashville, har upptøkur verða gjørdar til eina nýggja fløgu. Á útgávuni syngur Hallur duett saman við kendum countrysangarum eitt nú Vince Gill, Bellamy Brothers, Bobby Bare og Charley Pride.
Og í dag kom countrylegendan Kris Kristofferson púra óvæntað í studio, har Hallur Joensen og hansara fólk gera upptøkurnar. Kristofferson hevur føroysk vinfólk eftir vitjanina í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, og hann hevði havt samband við vinmannin Tummas Justinussen, sum hevði greitt honum frá projektinum hjá Halli.
Endin var, at Hallur Joensen og Kristofferson fóru í studio saman og sungu eina duett inn, sum kemur út á nýggju fløguni hjá Halli. Teir sungu sangin Nobody Wins.
- Tað var ein fantsisk uppliving at hoyra teir í studio saman. Tað ljóðaði, sum teir hava sungið saman í nógv ár, sigur Allan Samuelsen, sum er ein av føroyingunum, ið er staddur í Nashville í hesum døgum.
Hallur Joensen sjálvur er púra ovfarin av, at ein av kendastu countrysangarunum í USA kom í studio í dag.
- Fyrr í dag gjørdu vit eina framúr góða upptøku saman við Charley Pride, og at dagurin skuldi enda við, at eg sang duett við Kris Kristofferson er heilt ótrúligt, sigur Hallur Joensen.
Kris Kristofferson er ein av livandi legendunum í countrytónleiki. Hann hevur skrivað nakrar av kendastu countrysangunum sum finnast, og hóast hann er blivin 76 ára gamal, er hann framvegis væl fyri og virkin sum tónleikari.