Hóast Evi Tausen seinastu trý árini hevur roynt at skapt sær eina yrkisleið sum country-sangarinna, so merkir tað ikki, at hon hevur gloymt røtur sínar.
Slaktið er í gongd fleiri staðni kring landið, og í Porkeri er einki undantak. Og sjálvandi tekur Evi Tausen eina hond við, tá flettast skal. Á Facebook-vangamynd hennara síggjast hópin av myndum, har Evi væl og virðiliga prógvar, at hon ikki hevur gloymt sínar røtur. Loretta Lynn sang á sinni, at hon var errin um at vera dóttir ein kolanámsarbeiðsmann, so hvør veit, um okkurt av komandi løgunum hjá Evi fer at snúgva seg um seyðahald og slakt.