Mikukvøldið 4. november verður skipað fyri einum coutrykvøldi á heiminum. Tað eru tey trý: Hallur Joensen, Kristina Bærendsen og Beddi Hansen, sum fara at syngja og spæla góðan country tónleik í kantinuni.
Aftaná mentanartiltakið mikukvøldið verður møguleiki at keypa sær ein kaffimunn. Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin.