Umstríddi áleyparin, Diego Costa, ið noktaði at spæla fyri Chelsea farna summar, skifti 1 januar til Atletico Madrid, har spanski áleyparin eisini hevði sína dagligu gongd, áðrenn hann tørnaði út fyri Chelsea.
Og í kvøld, hevur Diego Costa á fyrsta sinni spælt aftur fyri Atletico Madrid síðani skifti. Tað var í steypadystinum hjá Atletico Madrid móti Lleida Esportiu í einum dysti sum Atletico Madrid vann 4-0. Tað eydnaðist eisini Diego Costa, ið byrjaði dystin á bonkinum, at koma á máltalvuna.
Diego Costa, ið var skiftur inn tíðliga í øðrum hálvleiki, skuldi bert brúka seks minuttir á vøllinum, áðrenn hann aftur kom á máltalvuna fyri Atletico Madrid. Tað gjørdi hann, tá hann skoraði 3-0 málið í dystinum.
Talan var um fyrsta málið hjá Diego Costa fyri Atletico Madrid síðani summarið 2014, tá Diego Costa skifti frá Atletico Madrid til Chelsea.