Bretland hevur í dag lagt fram sínar ætlanir fyri, hvussu útbreiðslan av coronavirus skal handfarast.
Í ætlanini stendur, at roknast kann við, at upp ímóti einum fimtingi av bretum verða noyddir at halda seg heima við hús frá arbeiði, tá útbrotið er upp á tað størsta.
Tað framgongur av bretsku ætlanunum sambært tíðindastovuni Reuters.
Bretlan hevur í dag staðfest, at talið av smittaðum er hækkað frá 39 til 51 fólk.
Sambært Boris Johnson, forsætisráðharra, er tað »ógvuliga sannlíkt«, at talið fer at vaksa enn meira.
Stjórnin er tilreiðar við fleiri tiltøkum. Tað er soleiðis møguligt, at skúlar verða stongdir, og at størri tiltøk við nógvum fólkum, verða útsett vegna virusið.
Harumframt kunnu virki fáa eyka tíð at gjalda skatt, um tey fáa bráðfeingis fíggjarligar trupulleikar.
– Hetta er ein avbjóðing fyri tjóðina. Eg haldi, at vit koma væl ígjøgnjm hetta, sigur Boris Johnson á tíðindafundi.
Ætlanin hjá stjórnini er fyribils at halda útbreiðsluna á løgst møguliga stigi. Virusútbroið skal helst toppa yvir summarið, tá tað er líggjari, og heilsuverkið undir minni trýsti.
Mótstøðuførur heilivágur fer eisini at verða mentur, og tað er ósannlíkt, at heilar býir í Bretlandi verða stongdir. Men allir møguleikar eru opnir sambært ætlanini.
Matt Hancock, heilsumálaráðharri, var saman við forsætisráðharranum á tíðindafundinum.
– Vit fyrireika okkum upp á tað ringasta og arbeiða fyri tí besta.
– Um talið av smittaðum í heiminum fer at blíva við at vaksa, serliga í Evropa, bendir tað á, at tað verður trupult at halda virusinum aftur í allar tíðir, sigur Matt Hancock.
Boris Johnson fer komandi vikurnar at leggja fram lóggávu, sum gevur stjórnini møguleika fyri at handla skjótt, um tað verður neyðugt.
/ritzau/Reuters










