Samstundis sum EM undankappingin í fótbólti hevur verið leikt, hava landsliðini í Suður Amerika eisini verið í eldinum. Stóra fótbóltskappingin fyri Suður Amerikonsk landslið, Copa America, byrjaði 13.juni. Brasil, ið undan kappingin byrjaði vórðu róptir favorittar, standa nú í finaluni. Mótstøðuliðið í finaluni verður Argentina. Tískil kann sigast, at ein Suður Amerikanskur klassikari er fyri framman, og er hetta nakað sum alheimsins fótbóltsfjepparar síggja fram til. Bæði tí hetta eru tvey lið við ríkari fótbóltssøgu, men eisini av teirri orsøk, at tey frá einum nútíðarligum sjónarmiði eru tvey av heimsins bestu landsliðum – serliga tá ið hugt verður at einstøku leikarunum og dygdum teirra. Størstu stjørnurnar á vøllinum í kvøld nevnast Lionel Messi og Neymar Junior. Í nátt ganga fyrrverandi liðfelagarnir á vøllin við hvør sínum búmerki á blusuni. Finalan verður leikt í nátt kl 01:00 føroyska tíð.
Veddingarfyritøkurnar hava Brasil sum greiðan favoritt, men vit mugu ikki gloyma, at Argentina hava ein ávísan gandamann á liði sínum. Nevniliga Lionel Messi, sum hevur vunnið prísin sum heimsins besti fótbóltsleikari heili seks ferðir. Spenningurin er stórur. Spurningurin verður, um Brasilska eindin verður sterkari enn tað, ið Argentinska heimsstjørnan megnar at toga fram úr ermu síni.