Connery sum Bond-skurkur

Í sjey filmum spældi skotin Sean Connery James Bond, men nú sigur pensioneraði sjónleikarin, at hann kundi hugsa sær at spælt brotsmaður í einum nýggjum James Bond filmi.

- Eg hevði einki havt ímóti at spæla viðaftur í einum Bond-filmi, men tað skuldi verið sum skurkur. Eg veit ikki, um teir høvdu viljað goldið mær nógvar pengar fyri tað, sigur 77 ára gamli Sean Connery ið blaðið Daily Mail.