Congokvøld í Mannarættindarúminum

Í kvøld klokkan 19 verður Congokvøld í Mannarættindarúminum á Kongabrúnni. Umboð frá Amnesty International Føroya deild siga nøkur orð um mannarættindastøðuna í Congo í dag, og síðani fer Óli Jacobsen at greiða frá, hvussu ein føroyingur fyri meira enn 100 árum síðani kundi koma at gera avgerandi mun í stríðnum fyri mannarættindum.

Hetta tiltak er viðkomandi í samband við, at bókin um havnarmannin Daniel Jacob Danielsen (1871-1916) kemur út týsdagin 26. oktober. Havnarmaðurin, sum vanliga var kallaður Dollin var trúboðari í Congo í árunum frá 1901 til 1903 og síðani í Føroyum, til hann doyði í 1916. 

Tað, sum ger Dollan serliga áhugaverdan, er hansara leiklutur í Congo. Um hesa tíðina varð Congo stýrt sum persónlig ogn hjá belgiska konginum Leopold II. Har var eitt ræðustýri av teimum ringastu, sum søgan veit um.
Í 1903 sendi bretska stjórnin sín konsul í Congo, Roger Casement, á eina ferð eftir Congoánni at kanna hesi viðurskifti.

Til endamálið leigaði hann eitt skip, har Dollin gjørdist skipari, maskinmeistari og eisini hjálparmaður hjá Casement.
Tá frágreiðingin frá hesi ferðini kom fram í Bretlandi í 1904 elvdi hon til eina fólkarørslu, sum breiddi seg um alt Bretland og haraftrat USA. Stovnaður varð felagsskapurin Congo Reform Association, ið sum frá leið legði eitt slíkt trýst á kong Leopold og belgisku myndugleikarnar, at kongurin mátti lata Congo frá sær til belgisku stjórnina í 1908. Hetta merkti so við og við, at viðurskiftini batnaðu hjá fólkinum.

Tað áhugaverda fyri føroyingar er, at Dollin umframt at hava havt ein lyklaleiklut í sjálvari ferðini hjá Casement, var tann, sum byrjaði hesa fólkarørslu og eisini gjørdist ein fyritreyt fyri nevnda felagsskap, sum var ein av fyrstu mannarættindafelagskapum í heiminum. Felagsskapurin fær heiðurin av at hava koppað Leopold kongi í Congo.
Hetta er tískil ein ókend søga um ein føroying, sum var við til at skapa heimssøgu. Frásøgnin er m.a. grundað á skjøl úr bretskum skjalasøvnum.
Læran av hesi søgu er tískil, og enntá fyri meira enn 100 árum síðani kundi ein føroyingur gera mun, tá tað ráddi um at stríðast móti órætti.

Fyri eisini at gera hesa søgu kenda uttanfyri landoddarnar er í bókini ein drúgvur enskur samandráttur. Í bókini eru nógvar myndir, sum eisini hava enskan myndatekst.
Tískil er bókin sera væl egnað at lata útlendskum viðskiftafólki, og kunnu tey á henda hátt fáa eina spennandi og sera áhugaverda søgu um ein einastandandi føroying, sum fyri meira enn 100 árum síðani var í fremstu røð at broyta heimssøguna til tað betra.

Bókin er um 200 síður, og vanligi útsøluprísurin verður kr. 200.
Luttakandi og limir hjá Amnesty International kunnu fáa bókina fyri serprís.