Frá Volkswagen í Wolfsburg verður sagt, at niðurteljingin til nýggja VW Tiguan er byrjað. Bilurin hevði heimspremieru sum Concept Tiguan á bilaframsýningini ”Los Angeles Autoshow” síðst í 2006. Concept Tiguan byggir víðari á ”VW Touareg-konceptið”, men í hesaferð í einum minni bili.
Concept Tiguan er ein SUV (Sport Utility Vehicle), sum verður drivin av nýggjastu Clean TDI-tøknini – ið er næsta generatión av dieselmotorum. Clean TDI-tøknin lýkur tey strangastu krøvini til útlát í heiminum. Clean TDI-tøknin verður gjørd í einum samstarvi millum Audi, Mercedes-Benz og Volkswagen.
Tiguan verður gjørdur til bæði vanligan koyriveg og til at koyra á ósløttum undirlendi.
Dentur er lagdur á, at Tiguan skal síggja út av nøkrum við t.d. stórum markantum kølaragittari og stórum VW-logo. Eingin ivi skal vera um, at talan er um ein ektaðan Volkswagen. Aftan er Tiguan eisini ein eyðkendur Volkswagen. Tiguan er 1,85 m breiður, 1,69 m høgur og 4,40 m langur (á leið somu stødd sum VW Touran).
Tá Concept Tiguan er ein konceptbilur, hava designararnir, saman við Continental dekkverksmiðjuni, roynt seg við at geva pørtum av 19” dekkunum sama lit sum bilurin.
Panoramatakið gevur gott ljós í stóru og rúmligu kabinuni, sum á konseptbilinum er merkt av svørtum, silvur og orange litum. Til dømis eru leðursetrini, instrumentborðið og hurðabetrekkini svørt. Annars er innrættingin í kabinuni liðilig og væl gjøgnumhugsað.
Fimm fólk sita væl í bilinum. Baksetrið kann flytast aftur og fram fyri at geva meira pláss til tey ferðandi á baksetrinum ella fyri at fáa størri viðførisrum, eins og vit hava sæð á fleiri øðrum bilum seinnu árini.
Volkswagen hava ætlanir um, at Tiguan skal koma á marknaðin síðst í 2007. Bilurin verður framleiddur í Týsklandi.
Myndatekstur: