Colitis-Crohn Felagið skipar fyri kunningartiltaki

Colitis-Crohn Felagið er felag fyri fólk við maga- og tarmsjúkum, so sum Colitis Ulcerosa og Morbus Crohn, og avvarðandi teirra.

Í Smæruni fara læknarnir Kári Rubek Nielsen og Johan Burisch, at greiða frá um tarmsjúkur og um sína gransking.

 

Tiltakið verður í Smæruni sunnudagin 9. juni klokkan 18.

 

Atgongumerkir skulu keypast áðrenn 1. juni. Tað verður gjørt við at flyta 49 krónur á kontu hjá Colitis-Crohn felagnum.