Hóast tað bert eru nakrir mánaðir síðani seinasta fløgan hjá Coldplay kom út, siga teir nú frá, at teir longu verða klárir við eini nýggjari fløgu í byrjanini av 2009.
Ein kelda frá bretska plátufelagnum EMI segði um hetta við blaðið The Sun: - Arbeiðið við ?Viva la Vida or Death and All His Friends? endaði sera fruktbart og dreingirnir arbeiddu væl saman við framleiðaranum Brian Eno og teir spældu tískil nógv meira tónleik inn, enn pláss var fyri á einari fløgu.
Meginparturin av komandi fløguni er sostatt longu klárur, men teir noyðast sjálvandi eisini at fara í studio nakrar ferðir afturat fyri at taka síðstu løgini upp.
Forsangarin Chris Martin segði herfyri, at teir vóna at kunna arbeiða saman við australsku Kylie Minoque á komandi fløguni, sum fer at samla tað, sum hent er í endanum á tíggju-árinum.