Cody Gakpo er nýggjur í Liverpool

Premier League: Liverpool hevur keypt hollendsku HM-stjørnuna Cody Gakpo frá PSV

Mynd: (Liverpoolfc.com)

Liverpool kunngjørdi í gjár, at felagið hevur keypt hollendsku HM-stjørnuna Cody Gakpo frá PSV. Prísurin sigst liggja um 300 milliónir krónur í fyrstu atløgu, men kann blíva hægri alt eftir hvussu spælarin og felagið klára seg. Partarnir hava gjørt ein fimm og eitt hálvt ára sáttmála.

 

Skiftið kemur óvart á, tí Liverpool hevur ikki verið sett stórvegis í samband við 23 ára gamla vongin hjá PSV. Tó kom tað ikki óvat á, tá Liverpool í gjár kunngjørdi keypið, tí dagin fyri váttaði PSV á Twitter, at felagið er komið ásamt við Liverpool, um at selja 23 ára gamla hollendska landsliðsspælaran.

 

Cody Gakpo, sum hevur verið settur í samband við Manchester United, hevur havt eitt gott kappingarár í PSV, men stóra gjøgnumbrotið kom til HM-endaspælið í Katar. Her skoraði 23 ára gamli vongurin í øllum trimum dystunum í bólkaspælinum.

 

Cody Gakpo er vinstri vongur, men kann eisini spæla í álopinum ella á høgra vongi. Liverpool keypti í fjør um somu tíð ein annan vinstra vong í Luis Diaz. Hann hevur staðið seg væl, men ein knæskaði ger, at hann ikki spælir aftur fyrr enn í fyrsta lagi í mars mánaði.

 

- Eg sum eg havi sagt fyrr, fyri okkum snýr tað seg altíð um tað er tann rætti spælarin. Vit hava ikki keypt Cody Gakpo, tí hinri eru skaddir, vit hava keypt hann tí hann er ein góður spælari, sum vit kunnu fáa nú, sigur Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool.

 

Tá so Sadio Mané er seldur til Bayern Munchen, hevur Liverpool roynt eydnuna við enn einum keypi um veturin. Eigararnir hjá Liverpool leita í løtuni eftir íleggjarum til felagið og mett verður, at Liverpool í summar fer at keypa stórt til miðvøllin. Har eru bæði Jude Bellingham og heimsmiestarin, Enzo Fernandez, nevndir.

 

1Arsenal15131136:1240
2Manchester City15112243:1535
3Newcastle1696132:1133
4Tottenham1693433:2330
5Manchester Utd1592423:2029
6Liverpool1574431:1825
7Brighton1573526:2024
8Chelsea1573519:1724
9Fulham1664627:2622
10Brentford1648425:2720
11Crystal Palace1554615:2119
12Aston Villa1653817:2518
13Leicester1652925:2817
14Bournemouth1644818:3416
15Leeds1543823:2915
16West Ham16421013:2014
17Everton1635812:1914
18Wolves1634910:2513
19Nottingham F.1634911:3313
20Southampton16331014:3012

Mynd: (Liverpoolfc.com)