CO2 lán á skránni í Stóra Pakkhúsi í kvøld

Í kvøld klokkan 20 verður kunnandi tiltak um CO2 lán frá Suðuroyar Sparikassa í Stóra Pakkhúsi í Vági

Í síðstu viku kom Suðuroyar Sparikassi á marknaðin við einum nýggjum produkti til tann føroyska marknaðin. Talan er um eitt produkt til sethúsaeigarar sum halda, at tey brúka ov nógva olju, hava ein gamlan ketil ella oljufýr, hava óbjálvað sethús ella ikki hava orkurútar.

Produktið eitur CO2 lán.

Við at gera orkubetrandi íløgur í sethúsini ger ikki bert, at tú fært minni orkuútreiðslur. Tú fært eisini eitt betri inniklima og umhvørvi. Produktið gevur føroyingum møguleika at vera við til at gera eitt altjóða áhugamál til veruleika, og samstundis betra um teirra fíggjarligu viðurskiftir.

Suðuroyar Sparikassi samstarvar við Sp/f Martin E. Leo, Ráðgevandi verkfrøðingar um hetta produkt.

Produktið veður viðgjørt sum eitt vanligt sethúsalán, og gevur rætt til rentustuðul. Produktið hevur lítla ella onga stovningarprovisjón.

Í gjárkvøldið var kunnandi alemnt tiltak í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn, og í kvøld verðiur tað í Stóra Pakkhúsi í Vági kl 20.