Clinton og Sanders stavn um stavn

Í dag er undanval í Wisconsin og bæði í republikanska og demokratiska flokkinum er lagt upp til eitt sera spennandi valkvøld

Í dag er undanval í Wisconsin og bæði í republikanska og demokratiska flokkinum er lagt upp til eitt sera spennandi valkvøld.

 

Hjá demokratunum er líkt til at tað verður sera javnt í nátt. Veljarakanningarnar peika í ymsar ættir, heilt úr einum sigri á 6 prosentstig til Clinton, til ein líka stóran sigur til Sanders. Í miðal benda kanningarnar tó á, at Bernie Sanders fer at vinna við á leið 2,5 prosentum, 47,9 móti 45,3.

 

Tað er tó framvegis langt á mál hjá Bernie Sanders. Tað verður sera torført at vinna á Hillary Clinton, men hann vónar, at hesin sigurin, sum verður tann fimti á rað, fer at geva honum undanvind, nú valstríðið fer at flyta seg yvir á eysturstrondina, har Hillary Clinton annars hevur orð á sær fyri at standa sterkast.

 

Hjá republikanarunum hava allar veljarakanninginar seinastu vikurnar víst ein sigur til Ted Cruz, alt frá einum til 10 prosent meiri enn Donald Trump. Í miðal fær hann 39,2 prosent, meðan Donald Trump fær 34,5 prosent og John Kasich 20 prosent.

 

Seinastu vikurnar er undirtøkan hjá Donald Trump fallin nógv og tí er hetta eitt gylt høvi hjá Ted Cruz at taka ein týdningarmiklan sigur móti argasta kappingarneytanum. Tað verður framvegis torført hjá Ted Cruz at fáa meirilutan av umdømismonnunum, men hvør sigur ger tað verri hjá Donald Trump at fáa sínar neyðugu umdømismenn. Tað gerst tí meiri sannlíkt, at avgerðin verður tikin á landsfundinum hjá republikanarunum seinni í summar.