Clint Eastwood er ársins sjónleikari

Felagsskapurin hjá amerikanskum filmummælarum, filmsøgufrøðingum og filmlærarum, National Board of Review, hevur kosið Clint Eastwood sum ársins sjónleikara. Hollywood-veteranurin er valdur fyri framførslu sína í filminum ?Gran Torino?, sum er seinasti filmur hansara.

 

Anne Hathaway er ársins sjónleikarinna fyri leiklut sín í ?Rachel Getting Married?, meðan Josh Brolin vann fyri besta mannliga birollu í ?Milk? og Penelope Cruz gjørdist vinnari fyri bestu kvinnuligu birollu í ?Vicky Cristina Barcelona?.

 

Dramatiska komedian ?Slumdog Millionaire? er valdur sum besti filmur.

 

Hesar príshandanirnar vera í eini gallaveitslu í New York, har Oprah Winfrey verður vertur.

 

Tað hevur ofta víst seg, at vinnarirnir av prísunum hjá National Board of Review eisini vinna til Oscar-handanirnar.