Clickhaze gongur nýggjar leiðir

Ein tann fremsti føroyski rockbólkurin bjóðar í næstum nýggja heimasíða, fløguútgáva og konsertir. Bólkurin skal spæla í Føroyum, Danmark, Svøríki og í Grønlandi, og fólk eru sett at umboða og samskipa fyri bólkin

1. juni leggur rockbólkurin Clickhaze rættiliga til brots aftur.
Fyrsta dagin í juni avdúkar bólkurin nýggja heimasíðu, og síðani eru bæði konsertir og fløguútgáva í væntu.
2. juni fer bólkurin at spæla á eini útikonsert í miðbýnum í Stockholm. Hendan konsertin verður hildin í sambandi við 750 ára dagin hjá svenska høvuðsstaðnum. Clickhaze spælir á Horrmalmstorg kl. 16.00 hendan dagin.
Fyrsta fløguútgávan hjá Clickhaze verður almenn 14. juni. Á fløguni verða 6 sangir. Tríggir av hesum eru tiknir upp í Lundgaard Studio í Danmark, Jak-Zak Studio og Útvarpinum. Hinir tríggir sangirnir eru konsertupptøkur frá finaluni í Prix Føroyar kappingini í 2001, tá bólkurin vann.
Studioupptøkurnar verða ljóðblandaðar av Óla Poulsen, meðan Finnur Hansen ljóðblandar konsertupptøkurnar. Sangirnir, sum verða at finna á fløguni, eru: Daylight, Skirvin Flá, Sorrig och Gledje, Frozen Lullaby, Notes from the Underground og Indigo Brow.
Tað er Plátufelagið Tutl, sum stendur fyri útgávuni hjá Clickhaze.
Lívligt festivalsummar
Í sambandi við útgávuna av fløguni fer Clickhaze at spæla á útikonsert í Runavík 14. juni, tá Eystanstevna er. Aðrir bólkar ? millum annað Týr ? fara at spæla á somu konsert.
Seinni fer Clickhaze at hava konsertir í Klaksvík og í Havn.
Síðst í juni og fyrst í juli mánaði fer Clickhaze at spæla á trimum donskum tónleikafestivalum.
26. juni fer bólkurin at spæla á Camping Scenen á Roskilde Festivalium. Dagin eftir spælir bólkurin í Måneskinsteltet á Nibe Festivalinum, og 4. juli spæla tey á Beach Club á Midtfyns Festivalinum.
Í august mánaði skal Clickhaze spæla á Niipiaa Rockfestivalinum í Grønlandi, har Flux spældi í fjør.
Umframt hesar konsertir verða eisini framførslur á smærri og størri støðum í Føroyum og í útlandinum.
Nýggja fyrisiting
Clickhaze hevur tikið eitt fet fram, tá tað snýr um fyrisiting og umboðan av bólkinum. Tveir mans eru nú knýttir at bólkinum fyri at skipa fyri og føra bólkin fram. Hetta hevur bólkurin gjørt fyri at fáa hendan partin av virkseminum á sama stig sum tónleikurin.
Sólarn Solmunde, sum eisini er ein av høvuðsmonnunum í samtakinum Grót, skal taka sær av umboðan og samskipan, og Kiddi Sæmundsson skal taka sær av PR-átøkum, konsertum, útbreiðslu av fløgum og sambandinum við fjølmiðlar uttanlands.
Við hesum vónar bólkurin, at tey fáa betri tíð og orku til at venja, skriva og spæla tónleik.