Sandoyingar eru á sigurskós í heimadystinum ímóti ÍF. Málskjútti í seinna førinum var eisini Clayton Soares. Hann legði langa sending í brotsteigin. Eykamálverjin hjá ÍF, Rógvi Ryggshamar, royndi at taka bóltin, men tað miseydnaðist so rudduliga, og bólturin fór í málið, tá ið smáir tíggju minuttir vóru eftir at spæla.