Danmark kann ikki halda fram við at hava einar 90 milliardir krónur í halli sum í ár, tí tað er meiri, enn reglurnar hjá ES loyva limalondunum. Tí skal Claus Hjort Frederiksen, fíggjarmálaráðharri, fram við tættkambinum, og ikki ein einasta ráðstova sleppur undan sparingum.
Ráðharrin sigur, at tað almenna hallið skal skerjast 24 milliardir krónur tey næstu trý árini frá 2011 til 2013, og at tað skal gerast við størri inntøkum ella minni útreiðslum.
Tað fjórða árið skal tað almenna spara átta milliardir krónur eyka, sigur fíggjarmálaráðharrin.










