Claus: H71-kvinnurnar kunnu koppa VÍF

(FM1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal hevði við hondbóltsviðmerkjaran, Claus Rasmussen í SportBoxini á FM1

Sunnudagin klokkan 14 sigur Sjúrður H. Hoydal frá oddadystinum í SMS-deildini í hondbólti millum VÍF og H71 í høllini í Vestmanna. Claus Rasmussen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina. Øll kunnu hoyra frásøgnina á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

 

Undan dystinum hava bæði liðini fult stigatal, fýra stig í part fyri tveir dystir.

 

Tey flestu vilja peika á greipuvinnararnar hjá VÍF til at verða stórfavorittar, men Claus Rasmussen heldur, at hoyvíkskvinnur hava møguleikan at vinna á vestmannakvinnum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal hevði við Claus Rasmussen í SportBoxini á FM1 seinnapartin. 

 

Sjúrður og Claus umrøddu eisini Okkara-deildini, og gongdina higartil í Okkara-deildini hjá monnum.