Claus fekk fyrstu jólagávuna

Coventry var kroyst í botn, men kortini fóru teir úr London við fullari úrtøku. Hetta var fyrsta ferðin í hesum kappingarárinum, at tað eydnaðist at fáa alt við til hús

ONGLAND 1. DEILD

Tað var gott lag í spælarabussinum hjá Coventry, tá ið teir mánakvøldið fóru úr London og til hús aftur. Og tað var ikki at undrast á. Á Loftus Road høvdu teir vunnið 1-0 á Queens Park Rangers, sum í vánaligari uppgerð hevði verið leikliga omaná, men ikki hevði evnað at fingið mál.
Hetta var fyrsta ferðin í hesum kappingarárinum, at Coventry fekk fult á úitvølli. Bretskir fjølmiðlar vilja vera við, at Coventry spældi illa, ja heilt vánaliga. Málið fingu teir við brotssparki, tá ið tað restaðu fimm minuttir. Talan var um jólagávu frá QPR. Málverjin hjá teimum, sum var á veg til fyri fyrstu ferð í níggju dystum at halda tætt, tók beinini undan mótstøðumanni. Hann fekk reyða kortið, og Coventry umsetti væl úr ellivu metrum.
Claus Bech Jørgensen, sum er einasti føroyski fótbóltsspælarin, sum í løtuni spælir í landskapping, sat á beinkinum, inntil tað bara restaði ein lítil løta. Tá varð hann settur á vøllin fyri McSheffrey, sum hevði skorað málið.
Annan jóladag skal Coventry aftur í eldin. Tá skulu teir spæla í Leeds.