Tað var óvæntað, tá ið Chelsea fyri smáum tveimum vikum síðani megnaði at vinna 1-0 á Manchester City, sum var á heimavølli.
Í kvøld hittust somu lið aftur á sama vølli. Hesa ferð var tað í stóru steypakappingini, FA Cup, og tað var eingin ivi. Manchester City var væl betri. Heimaliðið vann nógv teir flestu nærdystirnar, teir ljósabláu runnu nógv meiri enn mótstøðumenninir, og tað bar fleiri upplagdar málmøguleikar við sær.
Eitt stórt korter var farið, tá ið Stevan Jovetic úr Montenegro, sum ikki so ofta er millum teir fyrstu ellivu, setti hol á. 1-0 heimaleiðslan helt, inntil miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá ið innskifti Samir Nasri staðfesti sigurin.
2-0 sigurin ber við sær, at Manchester City verður við í lutakastinum, tá ið tað fer at verða drigið um, hvussu liðini skulu parast í fjórðingsfinaluni.