City spurt um loyvi at leiga málmann

Tað er ógreitt um teir skulu leiga ein málmann, ið skal verða 1. málmaður, ella um teir leiga ein málmann, ið skal sita eyka fyri Gunnar Nielsen.

 

Sky Sports leggur upp til, at Manchester City fer at royna at fáa Joe Hart, ið er útleigaður frá Manchester City til Birmingham, heim til teir seinastu tríggjar dystirnar.

 

Alex McLeish, ið er venjarin hjá Joe Hart og Birmingham, segði ígjár hjá teimum, at hann ikki vantaði at Joe Hart fór aftur til Manchester City fyrr enn kappingin er liðug.

 

Vantandi svarar FA, enska fótbóltssambandið, uppá fyrispurningin innanfyri teir komandi tveir dagarnir.

 

Gunnar Nielsen varð í vikuskiftinum fyrsti føroyingurin, ið hevur spælt í bestu ensku fótbóltsdeildini - Premier League. Manchester City hevur tveir aðrar málmenn, Shay Given og Stuart Taylor. Teir eru báðir skaddir. Shay Given er langtíðar skaddur, meðan tað er óvist um Stuart Taylor verður klárur áðrenn kappingin endar.

 

Manchester City hevur tríggjar dystir eftir.