City snávaði aftur

Hóast Manchester City í kvøld yvirhálaði Manchester United í Premier League, so megnaðu teir bara at fáa annað stigið í dystinum móti Stoke. Arsenal hevur beina kós móti triðja plássinum, meðan Chelsea og Tottenham deildu í málleysum javnleiki.

 

Manchester City hevur í ár vunnið allar heimadystirnar í Premier League, men á útivølli gongur verri. Í dag var liðið hjá Gunnari Nielsen á vitjan hjá Stoke. Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men stutt inn í seinna hálvleik legði Peter Crouch Stoke á odda við einum, sum kann metast sum eitt av ársins málum. Uttanfyri brotsteigin í høgru legði hann bóltin til rættis í luftini og flúktaði hann í handara málhorn.

 

Eins og í dystinum móti Chelsea, so skifti Roberto Mancini argentinska Carlos Tevez inn at venda gongdini. Eitt korter javnaði Yaya Toure við langskoti, sum snýtti málverjan eitt sindur, tá tað tók í høvdið á einum Stoke verjuleikara.

 

1-1 javnleikurin merkir, at Manchester City yvirhálar Manchester United, sum tó hevur spælt ein dyst færri. Liðini hava nú eins nógv stig á tveimum teimum fremstu plássinum.

 

Arsenal hevur veruliga fingið vind í seglini og vann aftur í dag. Hesa ferð móti Aston Villa á Emirates leikvøllinum. Kieran Gibbs og Theo Walcott løgdu Arsenal á odda í fyrra hálvleiki, meðan Mikel Arteta slóð sigurin fastan í seinna hálvleiki til endaliga úrslitið 3-0.

 

Á Stamford Brigde tók Chelsea móti Tottenham. Í løtuni sær tað út til, at tað verða hesi bæði, sum fara at kempa um fjórða plássi, nú Arsenal siglir sín egna sjógv. Dysturin endaði við málleysum javnleiki. Tað merkir, at Tottenham framvegis hevur fimm stig fleiri enn Chelsea á fjórða plássi.

 

Í botnstríðnum kom tað væl við hjá Wigan at vinna á Anfield. Liverpool hevur í 2012 bara vunnið tveir dystir í Premier League. Wigan kom á odda í fyrra hálvleiki upp á brotsspark. Luis Suarez javnaði tíðliga í seinna hálvleiki, men løtu seinni avgjørdu Wigan dystin við málið til 2-1.

 

Bolton vann 2-1 á Blackburn, meðan Grant Holt bjargaði Norwich trý stig móti Wolverhampton, áðrenn hann bleiv útvístur. Sunderland og Everton vunnu á ávíkavist QPR og Swansea. Tey bæði møtast í fjórðingsfinaluni í FA Cup.

 

Premier League:

 

Chelsea – Tottenham 0-0

Arsenal – Aston Villa 3-0

Bolton – Blackburn 2-1

Liverpool – Wigan 1-2

Norwich – Wolves 2-1

Stoke – Manchester City 1-1

Sunderland – QPR 3-1

Swansea – Everton 0-2

 

Mynd: Getty Images