City keypir ungan týskara

Ungur týskari, ið var við til at gera av við føroyska U21-landsliðið á Tórsvølli í fjør, fer eftir øllum at døma at umboða Manchester City

Farna heyst varð føroyska U21-landsliðið smurt av á Tórsvølli, tá ið ungu, týsku stjørnurnar komu á vitjan. Ein av banamonnunum hjá føroyingum var 20 ára gamli Leroy Sané, ið fleiri ferðir vísti síni eysýndu kynstir í hesum dystinum, har hansara góði bóltførleiki og skjótleiki serliga kom til sjóndar. Dysturin endaði heili 6-0 til Týskland, og Sané skoraði málið til 5-0.

 

Inntil nú hevur Sané umboðað Schalke 04 úr Gelsenkirchen, men eftir øllum at døma skal ungi týskarin finna sær nýggjan bústað nú. Schalke 04 skrivar nevniliga á Twitter, at Leroy Sané í løtuni er í Manchester, har ætlanin er, at hann skal undirskriva sáttmála við Manchester City. 

 

Søgur hava leingi gingið um, at Pep Guardiola, nýggjur venjari hjá City, ynskti sær Sané í hópin, og hetta ynskið verður eftir øllum at døma gingið honum á møti.

 

Sané var eisini við á týska U21-landsliðnum, ið 24. mars í ár vann 4-1 ímóti Føroyum í seinna dystinum í hesi U21-undankappingini. Tá skoraði Sané somuleiðis eitt mál.

 

Harafturat var Leroy Sané við í týska A-landsliðshópinum til EM-endaspælið í Fraklandi. Har var hann tó ikki meira ein eykaleikari.