City-fjepparar óttast Føroyar

Manchester City fjepparar óttast undan fráferðini til Føroya í komandi viku. Tað er ikki EB/Streymur, sum er ræðandi, men heldur flogvøllurin í Vágunum og manglandi frítíðarmøguleikar. Fleiri ætla sær eisini á festival í Gøtu

- Eg veit ikki reiðuliga, hvussu tað er við Charters, men flogskiparnir skulu hava serstaka venjing, um teir skulu lenda á Vágar Flogvølli. So møguleikarnir eru neyvan fleiri.

Á kjaksíðuni hjá Manchester City verður dúgliga gitt og hugleitt um Føroyar og komandi altjóða uppgávuna hjá felagnum: EB/Streym úr Sundalagnum.

Prátið snýr seg serliga um møguleikarnir at sleppa á Tórsvøll tann 17. juni. Fleiri hava ætlanir um at koma til Føroya, men kjakararnir eru varhugaðir um vandan við flogvøllinum í Vágum. Myndir av vøllinum eru á kjaksíðuni, og meðan summir bara rista við høvdinum, ætla aðrir seg til Føroya av eini orsøk: Alskurin til Manchester City Football Club.

- Eg havi sett mær fyri at síggja allar dystirnar í hesum kappingarárinum, og eg verði tískil noyddur at fara, heldur ein fyri.


Manglandi møguleikar

Eitt av kjakevnunum er, hvat fjeppararnir skulu nýta frítíðina í Føroyum til. Nakrir siga seg vita um eitt tiltak, har elektroniskur tónleikur verður spældur í fulldrøn í tveir dagar. Og sum skilst er ætlanin at verða í Gøtu alt vikuskiftið.

Tað tykist tó sum, at ein stórur bólkur kannar møguleikarnir at koma til landið um morgunin, og síðan sleppa heim aftur eftir dystin. Teir ætla sær ikki at steðga ov leingi á í Føroyum, tí – sum teir siga – so óttast fjeppararnir, at teir fara at ganga fyri einki í høvuðsstaðnum í ein heilan dag.

- Vónandi verður ein hvala-barr opin, so vit kunnu fáa eina øl og ein lundaburgara. Eg havi ikki peiling av, hvat eg skal gera, áðrenn kick-off verður, sigur ein ilskandi íbúgvi í Manchester.

- Tað sær út sum ein fanans óslætt oyggj við bara fjøllum og dalum, og einum svakum og skallutum manni sitandi ímóti einum veggi við eini banjo í hondini, er beiska aftursvarið hjá einum kjakara.

Hvussu verður og ikki, so kunnu vit í øllum vænta at síggja fleiri ljósabláar, larmandi og fullar onglendingar í havnargøtum í komandi viku. Teir ætla sær at veita allan stuðul til sítt elskaða felag, sum fyri fyrstu ferð hevur Mark Hughes við stýrisvølin.


Hesir verða sambært einum kjakara í byrjunaruppstillingini hjá EB/Streymi:


1. Dave the butcher: Get all your local meat here.

2. Sid the scaffolder: For all your scaffolding needs.

3. Terry the taxi driver: Airport transfers a speciality.

4. Barry the bricklayer: Extensions and conservatorys at low low prices.

5. Pete the plumber: 24 hour service.

6. Danny the digger driver: Footings dug, self hire available.

7. Ray the roofer: Insurance work undertaken.

8. Eddie the electrician: Total re-wires to changing a light bulb.

9. Colin the copper: Local law enforcement.

10. Fred the fireman: Local firefighter.

11. Gordon the gay: The only gay in the village.