City farið undir fyrireikingarnar

Manchester City er av álvara farið undir fyrireikingarnar til dystin ímóti EB/Streymi hósdagin. Í gjár royndu ljósabláu onglendingarnir seg í venjingardysti móti ukreinska liðnum FC Metalurth Zaporizhya. Dysturin endaði málleysur.

Mark Hughes gjørdi nógvar skiftingar, og á almennu heimasíðuni hjá Mancester City sigur venjarin seg vera serliga glaðan um at síggja Micah Richards og Nedum Onuoha aftur í dysti.

- Tað er frálíkt, at vit fingu møguleikan at fáa ein dyst í beinini, meðan vit fyrireika okkum til UEFA CUP dystin í Føroyum, sigur verjuleikarin Michael Ball við heimasíðuna.