Manchester City tók eitt fet nærri meistaraheitinum í kvøld, tá liðið á útivølli vann 0-3 móti Manchester United.
Heimaliðið Manchester United royndi annars at stríðast og fleiri ferðir í fyrra hálvleiki tóktust teir serstakliga ágrýtnir.
Tað var tó ikki nokk, tí Manchester City sá út til at hava fleiri dygdir at spæla uppá enn heimaliðið.
Dysturin byrjaði eisini væl fyri Manchester City, tí tað vóru bara farin 45 sekund av dystinum, tá áleyparin Edin Dzeko legði City á odda 0-1.
Eftir eitt sindur av trunkaspælið, slapp Samir Nasri til skot í vinstru síðu, har hann skeyt á stongina. Bólturin stakk útaftur til Edin Dzeko, ið einans skuldi seta innarusíðuna á bóltin og so var 0-1 til útiliðið.
Hóast dysturin var rímiliga javnur, var tað allíkavæl útiliðið úr Manchester City ið hótti mest allatíð.
David Moyes royndi at rætta uppá tingini í hálvleikinum, tá hann millum annað skifti Shinji Kagawa inn fyri Danny Welbeck.
Tað hjálpti tó lítið, tá Manchester City 10 minuttir inn í seinna hálvleik økti til 0-2. Edin Dzeko stóð á rætta staðnum eftir hornasparkskombinatión og skoraði eitt flott mál.
Tað eydnaðist eisini Manchester City at økja til 0-3 í yvirtíðini. Stóri profilurin á City liðnum, Yaya Touré slapp til skot og skoraði ósvikaligt sikkurt til 0-3.
Ræðuliga kappingarárið í Premier League hjá Manchester United heldur sostatt fram og serliga á heimavølli hevur Manchester United fingið lítið burturúr.
Manchester City stevnir harafturímóti beint eftir meistaraheitinum!