City Church verður í Reinsarínum og Perluni

Tey vanligu møtini, sum City Church plagar at hava sunnudagar, verða í Reinsarínum, og Perlan verður karmur um sunnudagsskúlan.

Leiðarar í City Church hava verið á fundi við borgarstjóra og kommunustjóra hjá Tórshavnar kommunu, og her vórðu umboðini fyri City Church væl móttikin.

 

- Tosað varð um City Church, nú samkoman ikki hevur hølir at samlast í eftir eldin herfyri. Avgjørt varð, at samkoman fer at leiga seg inn í Reinsaríið og Perluna. 

 

Í City Church siga tey, at tey vanligu møtini, sum samkoman plagar at hava sunnudag klokkan 13, verða í Reinsarínum, og Perlan verður karmur um sunnudagsskúlan.

 

- Samkoman hevur nógvar ungar familjur, og tí eru tað nógv børn, sum ganga í City Kids, sum sunnudagsskúlin City Church verður kallaður.

 

Í City Church siga tey, at fyrsta møti og sunnudagsskúli verður í Reinsarínum  og Perluni hin 17. mars, tí sunnudagin komandi verður Empower-stevna, og hon verður í Lívdini.