City basti United og er nú á odda

Manchester City hevur við einum 1-0-sigri á Manchester United í kvøld lagt seg undir liðina á grannunum úr United, nú farið verður undir tey seinastu tvey leikumførini.

 

Manchester United skapti dystin frá byrjan og hevði bóltin nógv, men vandamiklari enn eina atsókn, ið bleiv forðað, komu teir ikki, áðrenn Manchester City fullkomiliga setti seg á dystin. Teir vunnu seg langt fram á vøllin, har teir ansaðu bóltinum væl og loyvdu ikki gestunum at koma ímillum.

Um miðjan fyrra hálvleik fekk Kun Aguero ein stóran møguleika, tá ið hann kom at standa nakað leysur í feltinum, men skotroyndin endaði bæði omanfyri og við síðuna av málinum.

 

Heimaliðið helt tó fram við at trýsta og bankaði allatíð á dyrnar. Í yvirtíðini í fyrra hálvleiki eydnaðist tað eisini at fáa hol á, tá ið liðskipari Vincent Kompany var hægstur í feltinum og stútaði hornasparksinnlegg í málið til 1-0, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan. Hetta var bara áttanda málið, sum Manchester United fær ímóti sær í fyrra hálvleiki alt hetta kappingarárið.

 

Í seinna hálvleiki royndi Manchester United at svara aftur, men tað eydnaðist teimum ongantíð at seta Manchester City undir trýst, sum hinvegin hevði góðar møguleikar fyri at økja, tá ið Manchester United ímóti dystarenda framdi álopskendar innskiftingar og var illa mannað í verjupartinum.

 

Dysturin endaði 1-0 til Manchester City, sum við sigrinum leggur seg undir liðina á Manchester United við 83 stigum, nú bara tvey umfør eru eftir at leika. Manchester City hevur skotið átta mál fleiri enn United og er tískil á pappírinum á fremsta plássi.

 

Manchester City – Manchester United 1-0 (1-0)

1-0: Vincent Komany, 45+1.