Citroen mest seldi bilur í ár

224 Citroen bilar eru seldir í Føroyum higartil í ár. Tað eru 11 fleiri enn Toyota, sum er á øðrum plássi

Føroyingar hava keypt 224 Citroen bilar higartil í ár. Og tað merkir, at Citroen er mest selda bilmerki í Føroyum.

 

Næstmest selda merkið er Toyota, sum so mangan hevur verið mest seldi bilur í Føroyum, og sum var mest seldi bliur í september.

 

Yvirlitið yvir 10 tey mest seldi bilmerkini sær soleiðis út:

 

Citroen 224

 

Toyota 213

 

Ford 128

 

Kia 110

 

Nissan 101

 

Peugeot 72

 

Mercedes-Benz 52

 

Opel 52

 

Variant 52

 

Volvo 48