Citroën - framgongd á flestu marknaðum

Í 2002 setti Citroën sølumet sætta ári á rað. Á heimsstøði var framgongdin upp á 6,3 prosent. Í Vesturevropa vaks sølan eisini, hóast bilasølan sum heild var minkandi

Magnus Gunnarsson

Í Vesturevropa høvdu Citroën ein markanaðarpart upp á 6,7 prosent í søluni av persón- og vørubilum í 2002. Í Fraklandi høvdu Citroën ein marknaðarpart upp á 14 prosent í fjør.
Á marknaðum uttan fyri Evropa vaks sølan við 30 prosentum. Í Kina vaks sølan við 60 prosentum í fjør. Tvey nýggj modell komu á marknaðin í fjør, tað vóru C8 og C3, ið bleiv valdur til »Årets Bil i Danmark 2003«.
Áhugin fyri bilum við dieselmotori er vaksandi og HDI motorarnir hava verið sera væl umtóktir. 54 prosent av Citroën bilunum í Vesturevropa hava dieselmotor. Síðan C3 kom á marknaðin í fjør er ein annar C3 á veg, talan er um C3 Pluriel, ið kemur til Danmarkar í mai/juni.