Citroën C4 við innbygdum anga

Seinni í ár kemur ein heilt nýggjur Citroën C4 á marknaðin. C4 er ein spennandi nýggjheit við nógvari nýhugsan, t.d. ber til at velja ímillum níggju ymiskar luktir í kabinuni

Citroën C4 kemur sum avloysari fyri núverandi Citroën Xsara. Talan verður um ein spennandi bil, sum fæst við nógvum nýggjum tøkniligum hentleikum.

Sum nakað heilt nýtt er ein luktspreiðari við níggju ymiskum luktum innbygdur í ventilatiónsskipanina. Við hesum luktspreiðaranum verður ikki brúk fyri grønu Wunderbaum jolatrøunum, sum vóru ógvuliga populer fyri nøkrum árum síðan.

Sum eykaútgerð fæst ein skipan, har infrareyðir sensorar halda eygað við strípunum í vegnum og útloysa ein vibrator í førarasetrinim, um bilurin skiftir breyt, uttan at blunka verður tann vegin, sum bilur fer. Hetta kann vera sera hent, um t.d. bilførarin sovnar undir koyring.

Rattið er eisini annarleiðis, enn vit eru von við. Sjálv miðjan í rattinum (rattnavið), við Citroën búmerkinum, flytur seg ikki, men bert rattkkransurin flytur seg, tá bilførarin snarar rattið.

Øll instrumentini uttan snúningsteljarin eru í miðjuni á instrumentborðinum og ljósið í instrumentunum tillagar seg ljósviðurskiftunum - um tað t.d. er myrkt, sterk sól o.s.fr.

Fimm ymiskir bensinmotorar vera at velja í millum frá 1,4 litur við 88 hk til 2,0 litur við 177 hk, og tríggir HDI dieselmotorar frá 90 til 136 hk.

ESP (Elektronisk Stabilitets Program) verður standard í øllum útgávunum.

Citroën C4 kemur væntandi á marknaðin síðst í hesum árinum.


Myndatekstur: