Christian og Pól Jóhannus fremja Vala-verk

Valur er av sonnum føroyingafelagið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Christian Restorff Mouritsen og Pól Jóhannus Justinussen stórtrívast í gamla stórfelagnum í Reykjavík, sum fyllir 100 ár í ár

Valur eru nú einsamalt á odda í íslendsku Pepsideildini eftir tvey umfør. Christian Restorff Mouritsen, Pól Jóhannus Justinussen og Jónas Tór Næs byrjaðu allir inni í útidystinum ímóti Grindavík, sum á sinni hevði gomlu Manchester United-kempuna, Lee Sharpe, í sínum hópi. Valur vann 2-0 í Grindavík í gjár. Tað var eisini hálvleiksstøðan í dystinum. Christian Restorff Mouritsen spældi Arnar Sveinn Geirsson leysan, sum ikki sveik álitið, men legði Valur á odda 1-0, tá 19 minuttir vóru spældi. 10 minuttir seinni økti Guðjón Pétur Lýðsson til 2-0. Valur hevði 10 skot á málið, og heimaliðið hevði bara trý skot á málið hjá Valur.

Christian var eyðsýndur
Christian Restorff Mouritsen hevði bæði góð skot og stútara ímóti Grindavíkar-málinum, sum tíverri ikki góvu mál. Talan er um eina rimmar byrjan hjá Vali, sum hevur fingið seks stig í tveimum dystum í íslendsku Pepsi-deildini. Í fyrsta umfarinum vann Valur 1-0 á FH, sum av íslendskum serfrøðingum verður mett at vera favorittur at gerast íslendskur meistari í ár. Føroysku spælarnir hava allir bitið seg fastar á liðið, sum eisini er gott at vita hjá føroyska landsliðsvenjaranum, Brian Kerr, sum hevur saknað fleiri spælarar sum spæla fótbólt uttanlands sum fulltíðar yrkisspælarar.

Stuttligt at koppa FH
Pól Jóhannus Justinussen heldur, at tað var sera stuttligt at verða við til at vinna á meistaraliðnum, FH:

- Talan var um ein oddadyst longu í tí fyrsta umfarinum, og tað var sera gott, at vit megnaðu at vinna hendan dystin, sigur hann.

Christian Restorff Mouritsen tekur undir við Pól Jóhannusi Justinussen.

- Eg helt, at tað var ein sera spennandi dystur. Tað var nógv tosað og skrivað í Íslandi undan dystinum, og tað var stuttligt at vera við til, og vit fingu júst tað úrslitið, vit fóru eftir, greiðir hann frá.

Tað hevur annars eisini gingið væl hjá Vali og teimum føroysku spælarunum í venjingardystunum undan kappingarbyrjanini í Íslandi.




Gott við føroyskum liðfeløgum
Christian Restorff Mouritsen hevur áður roynt seg sum fótbóltslærling í Manchester, har hann var einsamallur føroyingur. Hjá honum er eingin ivi um, at tað er gott at hava nakrar føroyskar landsmenn á liðnum.

- Tað ger tilveruna nógv lættari, og tað blívur meira at takast við. Um eg keði seg, kann eg altíð senda boð eftir hinum føroyingunum, og so kunnu vit fara út at hugna okkum, og fara út at eta, og av tí sama trívist eg nógv betur, staðfestir Christian Restorff Mouritsen.

Pól Jóhannus Justinussen er eisini sera fegin um tað góðu móttøkuna, hann hevur fingið í Vali. Hann hevur áður royndarvant í Brøndby í eina viku, har einki menniskja tosaði við hann.

– Hetta er nógv øðrvísi. Eg hevði sáttmála beinavegin, tá eg kom yvir til Reykjavíkar. Eg eri væl móttikin, so sammett við upplivingina í Brøndby, hevur talan verið um eina ógvuliga jaliga uppliving, sigur hann.

Hava byrjað inni fast
Christian Restorff Mouritsen staðfestir, at tað hevur gingið framúr gott hjá øllum trimum føroyingunum í Vali.

- Síðani spæliloyvini komu uppá pláss, so hava vit tríggir regluliga byrja regluliga inni. Tað hevur eisini gingið gott hjá okkum í øllum dystunum higartil, staðfestir Christian. Hann leggur tó herðslu á, at tað er stór kapping um plássini. Valur hevur breiðan hóp, og tí hava teir tríggir føroyingarnir ikki ráð at slaka til venjingar. Íslendska fótbóltsdeildin er kropsliga hørð, og tað passar Pól Jóhannusi rættiliga væl. Christian Restorff Mouritsen leggur kortini dent á, at Valur er millum liðini, sum spæla tekniskan fótbólt, og tað passar honum væl.

Valur fyllir 100 ár í ár, og tí hevur felagið eitt brennandi ynski um at vinna tað íslendska meistaraheitið. Livst so spyrst.