Føroyska U-21 landsliðið er farið undir síðstu fyrireikingarnar til stóru avbjóðingina, sum er á skránni í Trento í Italia í kvøld. Spælararnir hava tikið sær av løttum fyrrapartin. Tíðliga seinnapartin var taktikkfundur, og nú er hvíld og viðgerð á skránni, inntil føroyska ferðalagið fer av gistingarhúsinum við kós ímóti stadion, har fyrsta bríkslið í EM undankappingardystinum verður klokkan 8 føroyska tíð í kvøld.
Tað er nú greitt, at tveir av teimum, sum hava verið roknaðir sum upplagt val ímillum teir fyrstu ellivu, ikki verða førir fyri at spæla í kvøld. Teir eru Christian Mouritsen og Arnbjørn Hansen, sum báðir vóru ætlaðir sess á miðvøllinum. Teir verða á beinkinum, men tað verður mett sum møguleiki, at teir kunnu verða skiftir inn á liðið. Fyri teir báðar fáa Magnus Olsen og Emil Nolsøe Leifsson møguleikan frá fyrsta bríksli.
Harafturat hava venjararnir báðir, Heðin Askham og Bill Jacobsen, gjørt av, at Levi Hanssen skal vera á miðvøllinum í staðin fyri Kristoffur Jacobsen.
Føroyska U-21 liðið: Gunnar Nielsen, liðformaður, Blackburn ? Jónas Þór Næs, AB, Jóhan Troest Davidsen, NSÍ, Poul Thomas Dam, HB, Einar T. Hansen, NSÍ ? Levi Hanssen, Skála ? Magnus Olsen, B71, Bogi Løkin, NSÍ, Emil N. Leifsson, HB, Jóhan V. Gunnarsson, B36 ? Páll M. Joensen, HB.
Á beinkinum: Símun Rógvi Hansen, B71, Ólavur í Ólavsstovu, HB, Kristoffur Jacobsen, KÍ, Pætur Jørgensen, HB, Sam Jacobsen, GÍ, Arnbjørn Hansen, EB/Streymur og Christian R. Mouritsen, Manchester City.










