Teir næmingar, sum ganga í fótbóltsflokkinum í 9. flokki í Kommunuskúlanum í Havn, eru í løtuni í Danmark á seturskúla og á venjingarlegu.
Í dag hevur flokkurin verið á vitjan á ítróttareftirskúlanum Kies, sum liggur í Valby. Har hava næmingar fingið bæði eitt upplegg um skúlan og eina venjing á vøllinum. Venjari hjá føroysku næmingunum til hesa venjingina var einki annar enn nú fyrrverandi landsliðsleikarin hjá Føroyum, Christian Lamhauge Holst, sum eisini starvast á ítróttareftirskúlanum sum lærari.
Føroysku næmingarnir hava verið í Danmark í nakrar dagar saman við lærarum sínum Jan Dam og Petur Reinert, og í gjár var millum annað vitjað hjá FC Keypmannahavn, har eisini Brandur Olsen nýtti høvi at heilsa uppá sínar landsmenn.










