Christian Holst funnið sær nýtt felag

Føroyski landsliðsleikarin hevur funnið sær nýtt felag í danska høvuðsstaðnum.

Føroyski landsliðsleikarin, Christian L. Holst, skiftir úr Silkeborg til Fremad Amager, sum spælir í triðbestu donsku deildini. Tað hevur í eina tíð verið greitt, at hann ikki fór at halda fram í Silkeborg, og í dag gjørdist tað altso alment, at nýggja felag hansara er Fremad Amager.


32 ára gamli Christian L. Holst, sum júst er vorðin útbúgvin lærari, ynskti at flyta til høvuðsstaðarøkið, har hann kundi flætta fótbóltin saman við starvinum. Hetta fær hann í Fremad Amager, sum hevur styrkt seg munandi síðstu tíðina við leikarunum Kim Drejs og Casper Henningsen.


Christian L. Holst hevur 147 dystir í Superliguni á baki og skotið 38 mál. Yrkisleið hansara hevur verið í Lyngby BK í árunum 2003 til 2008 og síðani Silkeborg frá 2008 til í ár.