Heimasíðan www.skipini.fo veit í dag at siga, at nótaskipið Christian í Grótinum er leigaður út til eitt felag í Vági, sum kallast South Pelagic. Sambært heimasíðuni skal felagið brúka skipið sum ídnaðarskip til at fiska uppá eitt royndarloyvi, sum felagið hevur fingið.
Eyðun Rasmussen, sum starvast á skrivstovuni hjá Christiani í Grótinum, sigur, at helst verður klárt at sigla í komandi viku, tá øll viðurskifti væntandi eru komin upp á pláss.
Christian í Grótinum hevur ligið í Klaksvík í ein góðan mánað, eftir at teir vórðu lidnir við makrelfiskiskapin.
Sambært Eyðuni Rasmussen hevur felagið í løtuni ongar ætlanir um at selja skipið.
Myndin av Christiani í Grótinum er av heimasíðuni hjá www.skipini.fo