Christian Lamhauge Holst spældi ikki við, tá ið danska 1. deildarliðið Lyngby spældi venjingardyst um vikuskiftið. Dysturin var ímóti Hvidovre, og Lyngby vann 1-0. Christian Lamhauge Holst var fyrr í ár tikin út til føroyska bruttolandsliðið, men noyddist at geva avboð vegna skaða. Síðani hevur Christian ikki spælt við hjá Lyngby, sum hevur spælt onkrar venjingardystir.